Soleiðis, sum vit hava hoyrt í dag, hava russar aftur í dag flutt fólk burtur úr landslutum, sum hava mark til Ukraina.
Talan er um landslutirnar, Kursk í norði og Belgorod í vestri.
Samstundis, sum russar flyta fólk burtur úr nærmastu økjunum, roynir russiski herurin at steðga ukrainsku framtøkunum í Kursk-landslutinum.
- Teir mugu trýstast út, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin, sambært Reuters seinnapartin í dag.
Tað var týsdagin, at ukrainskar herdeildir tóku seg inn í russiska Kursk-landslutin.
Sambært fleiri útlendskum miðlum hava ukrainsku átøkini tikið russiska forsetan á bóli.
- Ukraina roynir at ræða russiska samfelagið og undirgrava støðufestið, sigur Vladimir Putin og lovar, at Russland fer at svara aftur.