Rakettálop settu eld á øki í høvuðsstaðnum í Ukraina

Í nátt leyp Russland á Kyiv. Hernaðarleiðari upplýsir, at eldur er í tveimum økjum. Í minsta ein hevur latið lív.

Eldur hevur verið í tveimum økjum í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, eftir russisk loftálop tíðliga mikumorgunin. - Mynd: Gleb Garanich/Reuters

Russland framdi rakettálop úr luftini á ukrainska høvuðsstaðin tíðliga í morgun og hevur sett eld á fleiri øki í Kyiv.

Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

Borgarstjórin, Vitali Klitschko, skrivaði á boðtænastuni Telegram, at tað er buldur og brak í Kyiv.

- Tað er buldrasligt í høvuðsstaðnum. Luftverjan er í gongd. Verið, í skjólunum, skrivar Klitschko.

Borgarstjórin boðaði seinni frá Reuters, at í minsta lagi ein persónur hevði er deyður.

Loftverjan í Ukraina segði í sambandi við spreingingarnar, sum byrjaðu umleið klokkan 4:27 lokala tíð, at Kyiv var hóttur av rakettálopi.

Ein ukrainskur heryvirmaður segði stutt eftir, at eldur var komin í tvey øki í býnum.

Seinni boðaði hernaðarliga umsitingin frá, at eldur var komin í fleiri íbúðarhús og aðrar bygningar.

Tað eru skjótt trý ár síðani, at Russland herjaði á Ukraina. Tað hendi 24. februar 2022.

Grundgevingin hjá Russlandi fyri at herja á grannalandið var, at Ukraina hevði tørv á at verða "avnazifiserað".

Harumframt helt Russland, at fólkatalið í tveimum russiskum sinnaðum landspørtum í Donbas-økinum skuldi verjast fyri fólkadrápi.

Tað er ikki greitt, júst hvussu nógv fólk eru deyð í krígnum.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fleiri ferðir sagt, at hann vil enda kríggið.

Mánakvøldið boðaði Trump frá, at hann skjótt fer at senda eina serliga sendinevnd til Ukraina. Meira nágreiniliga snýr tað seg um Keith Kellogg, sum er serligi sendiharrin hjá USA fyri Russland og Ukraina.

 

/ritzau/Reuter/

 

Eldur hevur verið í tveimum økjum í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, eftir russisk loftálop tíðliga mikumorgunin. - Mynd: Gleb Garanich/Reuters