Rakul og liðfelagarnir eru eitt stig frá endaspælsplássi

Ringkøbing tapti á útivølli

Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing spældu í dag dyst í bestu donsku hondbóltsdeildini. Talan var um dyst á útivølli móti Sønderjyske.

 

Tað gekk væl hjá Ringkøbing í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Ringkøbing frammanfyri 16-14.

 

Men heimaliðið koppaði øllum á høvdið í seinna hálvleiki. Sønderjyske vann seinna hálvleik 18-11, og harvið dystin 32-27.

 

Stephanie Andersen vardi málið hjá Ringkøbing størra partin av dystinum, og hon bjargaði seks av 28 málroyndum. Rakul slapp til orðanna í seinna hálvleiki, og hon bjargaði trimum av 11 málroyndum, og gjørdi tað betri enn kappingarneytin, tá um bjargingarprosent ræður.

 

Ringkøbing er nummar 10 í deildini við níggju stigum. Tær eru eitt stig frá liðnum hjá Mariu P. Nólsoy, ið er á gylta áttanda plássinum við 10 stigum. Átta tey fremstu liðini aftaná lokið grundspæl vinna seg í endaspælið.