Í dag hava Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya Skipara- og Navigatørfelag sagt ja til semingsuppskotið, sum Semingsstovnurin legði fram fyri pørtunum mánakvøldið.
Partarnir eru samdir um eina lønarhækkan upp á 4,32% fyrsta árið og 3,87% annað árið.
Talan er um sama lønarkarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingartíðarskeiði, ið byrjaði 1. mai 2024.