Rói og liðfelagarnir taptu eisini aðru fjórðingsfinaluna

Hallby gav Ystad skarpan gang, men misti takið seinastu minuttirnar

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby spældu í kvøld aðru fjórðingsfinaluna í endaspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Frammanfyri 1.500 áskoðarum á heimavølli í Jönköping tók Hallby móti meistaraskapsfavorittunum, Ystad.

 

Tá 51 minuttir vóru leiktir av dystinum var Hallby á odda 25-24. Men seinastu níggju minuttirnar var útiliðið greitt omaná, og tað endaði við einum 32-27 sigri til Ystad, ið er á odda 2-0 í fjórðingsfinaluuppgerðini, og er bert ein sigur frá at røkka hálvfinalunum. Í steðginum var Hallby á odda 13-12.

 

Rói var við fimm málum annar av toppskjúttunum hjá Hallby.

 

Triðja og møguliga seinasta fjórðingsfinalan verður leikt í Ystad komandi sunnudag klokkan 14.