Ronaldo: Eg eri tann besti fótbóltsleikarin nakrantíð

Cristiano Ronaldo reypar óført

Sambært samrøðu, ið Fabrizio Romano endurgevur, so heldur portugisiski fótbóltsleikarin, Cristiano Ronaldo seg vera tann besta fótbóltsleikaran nakrantíð.

 

- Eg eri tann besti fótbóltsleikarin nakrantíð, tað haldi eg avgjørt. Eg eri skjótur og sterkur, og eg skori mál við høvdinum. Eg skori eisini mál við vinstra beini. Eingin hevur verið ein meira fullkomin fótbóltsleikari enn eg. Sigur Cristiano Ronaldo ósmæðin í samrøðuni Fabrizio Romano endurgevur:

 

##med2##

 

Og kjakið fer at halda fram um hvør er tann besti nakrantíð: Diego Maradona, Pelé, Lionel Messi ella Cristiano Ronaldo?Neyvan verður full semja um tað.

 

 

 

-