Forsetin í Moldova, Maia Sandu, veit í dag at siga, at russiskar dronur vórðu sæddar í moldoviskum loftrúmi í nátt.
Hon sigur á X, fyrrverandi Twitter, at tvær av dronunum sprongdust og settu lívið hjá fólki í vanda, og tað er Reuters sum endurgevur.
Í dag hevur eisini Rumenia boðað frá, at russiskar dronur eru sæddar í rumenskum loftrúmi.
Ukrainsku myndugleikarnir siga, at 140 dronur vóru brúktar í einum álopi á Ukraina í nátt.
Sambært útlendskum miðlum hevur Russland ikki gjørt viðmerkingar til hesi tíðindi í morgun.