Ukrainsk fregnartænasta sigur seg í dag vita at siga, at Russland ætlar sær at lýsa sigur yvir Ukraina á 3-ára degnum fyri russisku innrásina.
Tað var hin 24. februar í 2022, at Russland leyp á grannalandið við tí úrsliti, at hetta hevur verið blóðugasta krígg í Evropa síðan seinna heimsbardaga.
Nú trý ár eftir russisku innrásina, hevur russiski herurin megnað at tikið 20 prosentum av ukrainskum landaøki.
Men, hóast Russland higartil bert hevur megnað at tikið 20 prosent av ukrainskum landaøki, sigur ukrainska fregnartænastan, at Russland ætlar at lýsa sigur yvir Ukraina um nakrar fáar dagar.
Ætlanin hjá Russlandi við hesum er at niðurgera Ukraina og teir stuðlar í vesturheiminum, sum Ukraina hevur.
Ukrainska fregnartænastan leggur aftrat, at russiska lýsingin - ella fráboðanin, sum fer at koma - eisini kann fevna um, at Russland fer at lýsa sigur yvir verjusamgonguni, Nato.