Um hetta er rætt, er hetta fyrstu ferð, at Ukraina hevur brúkt bretskar rakettir til álop í Russlandi, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina í endanum av februar 2022.
- Loftverjan skeyt niður tvær bretskt framleiddar Storm Shadow-krússararakettir, seks amerikanst framleiddar Himars-rakettir og 67 dronur.
Soleiðis siga tey í russiska verjumálaráðnum í dag, men einki verður sagt um, hvørjar møguligar skaðar hesar rakettir gjørdu í Russlandi.
Fyrr í dag segði Ukraina, at Russland hevur skotið eina ballistiska rakett eftir málum í Ukraina.
- Um hetta er rætt, er hetta fyrstu ferð, at slík vápn vera brúkt í krígnum, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.