ES-leiðarin fyri uttanríkispolitikki, Kaja Kallas. sigur, at Russland ynskir ikki vápnahvíld í krígnum móti Ukraina.
- Treytirnar, sum Russland setir fyri at ganga við til vápnahvíld, vísa, at Moskva í veruleikanum ikki ynskir frið.
Hetta sigur Kaja Kallas.
Reuters endurgevur hana fyri at siga, at treytirnar, sum Russland setir fyri vápnahvíld, eru tær somu, sum landið vil røkka við sínari krígsførslu.
- Tí er greitt, at Russland í veruleikanum ikki ynskir frið í krígnum við Ukraina, sigur Kaja Kallas sambært Reuters í morgun.