Tað vera norski Casper Ruud og 22-faldi Grand Slam vinnarin úr Serbia, Novak Djokovic sum møtast í finaluni í French Open tenniskappingini á Roland Garros leikvøllinum í París.
Finalan verður leikt sunnudagin klokkan 14.
Casper Ruud vann sannførandi 3-0 (6-3, 6-4 og 6-0) á týska, Alexander Zverev í hálvfinaluni.
Novak Djokovic vann 3-1 (6-3, 5-7, 6-1 og 6-1) á spanska, Carlos Alcaraz í hálvfinaluni.
Í fjør tapti Casper Ruud fyri spanska, Rafael Nadal í finaluni í French Open.
Novak Djokovic er greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna sítt 23. Grand Slam heitið við einum sigri á Casper Ruud sunnudagin.