At vera varandi sjúk og fáa viðgerð fyri krabbamein kann vera sera tyngjandi og kann ávirka alla tilveruna. Viðgerðin hevur hjáárin við sær, og sálarliga kann tað eisini vera torført. Tú kanst óttast, hvussu alt fer at ganga, um viðgerðin fer at hjálpa o.s.fr. Hetta eru sera vanligir spurningar.
At hitta onnur í líknandi støðu kann gera stóran mun. Okkara royndir vísa, at tað hjálpir at práta við onnur, seta orð á, deila ymiskar upplivingar við onnur sum eru í somu støðu sum tú og skilja teg. Hetta minkar um óttan, og tú fært lættari greiði á tí, sum fyllir innaní av kenslum og tonkum. Lívsmót og lívsgóðska gerst størri, og dagligu avbjóðingarnar kunnu tykjast lættari.
Til at skipa fyri og leiða bólkin eru ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingar hjá Krabbameinsfelagnum.
Bólkurin byrjar týsdagin 18. mars 2025 kl. 13.00- 15.00 á Grønlandsvegi 58, í Havn.
Boða frá luttøku, áðrenn mánadagin 17. mars 2025 kl. 15.00 á telefon 317959, send ein sms til telefon 217956 ella send okkum ein teldupost á kmf(at)krabbamein.fo