Tíðindastovan AFP veit nú at siga, at samrøðurnar millum USA og Ukraina eru byrjaðar í Riyadh í Saudi Arabia.
Hetta upplýsir ukrainski verjumálaráðharrin sambært tíðindastovuni.
Sambært verjumálaráðharranum fer fundurin at snúgva seg um verju av orkuskipanum og undirstøðukervinum.
Í fyrstu syftu eru tað umboð fyri USA og Ukraina, sum skulu hittast í dag.
Bloomberg endurgav fyrr í dag ónavngivnar keldur fyri at siga, at USA ynskir, at ein vápnahvíld fæst í lag í krígnum í Ukraina fyri 20. apríl.
Í Kreml eru tey tó í iva um eina skjóta loysn á krígnum. Her siga tey, at tað eru truplar samráðingar, sum liggja fyri framman.