Sandoyingar hava fult stigatal

1. DEILD: Miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði brasilski álopsspælarin Eduardo Coimbra einasta málið á Eiði

Tað gongur heilt væl við fótbóltrinum hjá sandoyingum. Í dag vann B71 1-0 í Hólmanum á Eiði ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi.

 

Sigursmálið skoraðu brasilski álopsspælarin Eduardo Coimbra í 66. minutti. Uppleggið átti Julian Knudsen.

 

Eddy, sum teir hava suðuri nevna álopsspælaran, var eisini í fjør á Sandi. Tá skoraði hann átta mál í 21 dystum. At hann ikki spældi fleiri dystir í fjør komst av, at hann var skaðadarvaður. Nú hevur hann í trimum dystum skorað tvey mál.

 

B71 er topplið við fullum stigatali, og harvið er møguleiki fyri, at sandoyingar fara at røkka uppflytingini, sum teir í fleiri ár hava droymt um. Men enn er langt á mál. Næsti dystur verður mikukvøldið á útivølli ímóti Skála, ið er eitt av liðunum, sum B71 kappast við.

 

EB/Streymur er uppflytari, og hetta vóru fyrstu stigini, sum EB/Streymur misti. Í dag vann EB/Streymur fimm hornaspørk, og B71 vann sjey hornaspørk.

 

Næsti dystur hjá EB/Streymi verður týskvøldið á útivølli ímóti AB.