Sambært Reuters og Al Jazeera eru nøvnini á gíslunum, Eliya Cohen, Omer Shem Tov, Tal Shoham, Omer Wenkert, Hisham al-Sayed og Avera Mengisto.
Reuters veit at siga, at Hisham al-Sayed og Avera Mengisto eru sivilir ísraelar, sum fóru til Gaza fyri umleið 10 árum síðan, men sum ongantíð komu aftur.
- Avera Mengisto, sum er føddur í Etiopia, fór til Gaza í september í 2014. Hann varð avhoyrdur av Hamas og hevur síðan verið saknaður.
Reuters veit at siga, at Hisham al-Sayed er arabiskur beduinur, sum Hamas skal havt havt í fangilsi síðan 2015.
- Hamas hevur sagt, at Hisham al-Sayed er ísraelskur hermaður, men hetta hevur eitt nú Human Right Watch avsannað, verður lagt aftrat.
##med2##