Serfrøðingur um frið í Ukraina: - Eg eri dapurskygdur

USA hevur sett hol á eina friðartilgongd í Ukraina, men serfrøðingar vænta ikki, at samráðingarnar fara at føra til eina friðaravtalu

 

Tríggir forsetar, Donald Trump, USA, Volodymyr Zelenskyj, Ukraina og Vladimir Putin, Russland

Seinastu dagarnar hava týdningarmiklar samrøður verið millum fleiri av heimsins leiðarum um kríggið í Ukraina, og amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sett seg í samband við russiska forsetan, Vladimir Putin, um friðarsamráðingar.

Samstundis krevja evropeiskir leiðarar, harímillum ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at fáa møguleikan at luttaka í samráðingunum um møguligan frið í Ukraina.

 

- USA hevur sagt, at landið vil fáa gongd á samráðingarnar, soleiðis at kríggið í Ukraina kann steðga, sigur norðmaðurin, Karsten Friis, sum er granskari í trygdar-og verjupolitikki í Evropa.

 

Hann vísir á, at allar fyrsti fundurin var í dag, mánadagin hin 17. februar, men granskarin ásannar, at tað er ógvuliga langur vegur fram til eina møguliga friðaravtalu millum partarnar.

 

Sum skilst, skulu USA og Russland hittast í Saudi Arabia til samrøður um møguligan frið í Ukraina, men Ukraina luttekur ikki í hesum samrøðum.

 

- USA skal hava samrøður við Russland um Ukraina fyri at finna út av, um Russland meinar tað í álvara, at landið ynskir frið, og tí er uppgávan, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, í fyrsta lagi at finna út av, hvat skal til fyri at fáa ein enda á krígnum.

 

Tað var annars Donald Trump, sum fyri amerikanska forsetavalið lovaði at fáa ein enda á krígnum á sínum fyrsta degi sum amerikanskur forseti. Seinni hevur hann sagt, at friður skal valda innan 100 dagar.

 

Trygdarráðstevna hevur verið í München seinastu dagarnar, og á ráðstevnuni kom amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, við fleiri løgnum útsagnum um Evropa, har hann eitt nú legði Evropa undir at kúga skrivi-og talufrælsið.

 

Marco Rubio, sum er amerikanskur uttanríkisráðharri, er farin til Saudi Arabia at hitta umboð fyri Russland, og her skulu partarnir tosa um, hvussu ein endi kann fáast á krígnum í Ukraina.

 

Hugsandi er eisini, at ein fundur millum amerikanska forsetan, Donald Trump og russiska forsetan, Vladimir Putin, verður í Saudi Arabia.

 

Karsten Friis, granskari í trygdar-og verjupolitikki í Evropa, sigur við norska kringvarpið, NRK, at spurningurin er, um USA megnar at sannføra Russland um at steðga krígnum.

 

- Higartil er einki, sum bendir á tað, so eg eri rættiliga dapurskygdur. Eg trúgvi, at USA og Donald Trump noyðast at hótta Vladimir Putin við stórari vápnahjálp til Ukraina, áðrenn russiski forsetin gevur seg, sigur ein annar norskur serfrøðingur, Palle Ydstebø.

 

Hann er høvuðslærari við Krígsskúlan í Noregi. Palle Ydstebø væntar ikki, at ein friðaravtala kemur upp á pláss í fyrstu royndini, tí til tess standa Russland og Ukraina ov langt frá hvørjum øðrum.

 

##med2##

 

- Russland hevur ætlanir um at yvirtaka Ukraina - í fyrsta umfari partar av landinum og síðan at halda fram. Á hinari síðuni vil Ukraina hava russiska hervaldið úr landinum.

 

Palle Ydstebø væntar, at so leingi, sum londini hava orku at stríðast og annars hava møguleikan til tess, fer kríggið at halda fram.

 

- Royndir hava verið gjørdar við avtalum áður, og tí eri eg í iva um, hvørt tað fer at eydnast hesaferð. Tað er mín meting, sigur høvuðslærarin við norska Krígsskúlan við norska kringvarpið.

 

Meira um hetta kann lesast um hesa leinkju hjá NRK - https://www.nrk.no/urix/dette-er-fredsforhandlingene-mellom-ukraina-og-russland-1.17287634

 

 

 

 

 

Tríggir forsetar, Donald Trump, USA, Volodymyr Zelenskyj, Ukraina og Vladimir Putin, Russland

Palle Ydstebø er høvuðslærari við Krígsskúlan í Noregi