Serligt vetrarfyribrigdi: Nógvur ísur kring Nuuk

- Mánadagin noyddist løgreglubátur út at hjálpa fleiri bátum, sum vóru fastir í ísinum, og Grønlands Politi hevur heitt á siglandi um at ansa væl eftir, nú umstøðurnar kring Nuuk eru serstakar

- Tað er vanligt at síggja ís í fjørðinum við Nuuk, men í løtuni er rættiliga nógvur ísur her. Ísurin er so nógvur, at Grønlands Naturinstitut kallar hetta eitt óvanligt vetrarfyribrigdi.

 

Soleiðis skrivar Sermitsiaq í dag.

 

- Tað vanliga er, at meginparturin av ísinum heldur sær inni í fjørðinum, tá hann brýtur upp um várið, og ein stórur partur av ísinum smeltar, áðrenn hann kemur út í munnan av Nuup Kangerlua við Nuuk.

 

Granskarin, John Mortensen, sum starvast hjá Grønlands Naturinstitut, sigur, at ísurin tískil sjáldan sæst kring Nuuk.

 

- Men, í ár er øðrvísi, leggur hann aftrat.

 

Granskarin leggur aftrat, at stóru nøgdirnar av ísi koma úr Narsap Sermia, sum er ein av fleiri sonevndum sjóvarfallsjøklunum. 

 

- Hesin jøkulin liggur í botninum á fjørðinum og í ein landnyrðing úr Nuuk.

 

Sermitsiaq veit at siga, at nógvi ísurin kring grønlendska høvuðsstaðin hevur elvt til trupulleikar fyri skipaferðsluna. 

 

Mánadagin í vikuni noyddist løgreglubáturin Sisak út at hjálpa fleiri bátum, sum vóru fastir í ísinum.

 

Grønlands Politi hevur eisini heitt á siglandi um at ansa væl eftir, nú umstøðurnar kring Nuuk eru serstakar.