Klokkan 19.45 í kvøld fer føroyska fótbóltslandsliðið undir eina nýggja EM undankapping. Tað verður á Zimbru í Chisinau í Moldova. Hetta er 9. ferðin, at Føroyar taka lut í EM undankapping.
Framvegis verður tað hugt aftur á fyrsta dystin fyrstu ferðina, tá ið Føroyar vóru við í EM undankapping. Hann var 12. september í 1990 á heimavøllinum, sum tá var í Landskrona í Svøríki. Føroyar vunnu 1-0 ímóti Eysturríki, og Torkil Nielsen var søguligi málskjúttin. Í hesi fyrstu EM undankappingini vunnu Føroyar fýra stig. Umframt fulla úrtøku í heimadystinum ímóti Eysturríki, vunnu Føroyar eitt stig á útivølli ímóti Norðurírlandi. Tað endaði 1-1, og føroyskur málskjútti var Kári Reynheim, sum við høvdinum sendi bóltin í heimamálið.
Føroyar hava higartil spælt 78 EM undankappingardystir. Tann í kvøld verður nummar 79, og Føroyar hava higartil vunnið sjey EM undankappingardystir. Síðsti sigurin í EM undankapping var 15. oktober í 2019, tá ið talan var um 1-0 heimasigur ímóti Malta, og Rógvi Baldvinsson 20 minuttir undan leikloki skoraði sigursmálið.
Í teimum átta EM undankappingunum higartil er tað tvær ferðir eydnast Føroyum at vinna tveir dystir.
Fyrra ferðin var í kappingini undan endaspælinum í 1996. Tá vunnu Føroyar tvær ferðir ímóti San Marino – 3-0 á heimavølli og 3-1 á útivølli tá ið Todi Jónsson skoraði hattrikk.
Seinna ferðin var í kappingini undan endaspælinum í 2016. Tá var tað heilt merkisvert, at tað eydnaðist Føroyum at vinna báðar dystirnar ímóti Grikkalandi. 1-0 á útivølli tá ið Jóan Símun Edmundsson var málskjútti, og so 2-1 á heimavølli. Ta ferðina vóru tað Hallur Hansson og Brandur H. Olsen, sum skoraðu, áðrenn Grikkaland seks minuttir undan leikloki minkaði um munin.
Teir báðir – Hallur Hansson og Brandur H. Olsen – eru langtíðarskaddir og ikki við í Moldova.
Einasta ferðin, at Føroyar hava drigið svart í EM undankapping, var í kappingini undan endaspælinum í 2008. Ta ferðina endaði fyrsti dysturin, sum var á heimavølli ímóti Georgia, við 6-0 tapi.
1992 | 8 | 1 | 1 | 6 | 6 | 14 | 4 |
1996 | 10 | 2 | 0 | 8 | 10 | 35 | 6 |
2000 | 10 | 0 | 3 | 7 | 4 | 17 | 3 |
2004 | 8 | 0 | 1 | 7 | 7 | 18 | 1 |
2008 | 12 | 0 | 0 | 12 | 4 | 43 | 0 |
2012 | 10 | 1 | 1 | 8 | 6 | 26 | 4 |
2016 | 10 | 2 | 0 | 8 | 6 | 17 | 6 |
2020 | 10 | 1 | 0 | 9 | 4 | 30 | 3 |
kelda: faroesoccer.com