Sirið Stenberg vitjað Almannaverkið

Í gjár var Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, á gátt hjá deildunum fyri Heimaráðgeving, Venjing og Samskiftismenning í Almannaverkinum

Almanna- og mentamálaráðið skrivar, at endamálið við vitjanini var at fáa eitt betur innlit í virksemið á hesum økjum, eins og  hoyra um avbjóðingar og framtíðarætlanir hjá hesum trimum deildum.

 

 - Hesar tænastur hava stóran týdning og gera týðandi mun fyri tann einstaka. Tí er umráðandi, at vit halda áfram við at menna hesar tænastur, so at tær kunnu vera til gagns fyri fleiri, ið hava tørv á teimum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum.

 

Undir vitjanini fekk landsstýriskvinnan høvi til at heilsa uppá starvsfólkini, hoyra meira um innihaldið í tænastunum, og at síggja hølini, har tænastan verður veitt.