Skála hevur ikki vunnið á KÍ síðani 2018

Her eru oddsini upp á dystin KÍ-Skála

Savnsmynd

Seinnapartin klokkan 15 byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum millum KÍ og Skála á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.

 

KÍ er triðfremst í deildini við 45 stigum. Skála er nummar átta við 15 stigum.

 

Liðini hava spælt tveir dystir undir Mýruhjalla á Skála fyrr í ár. 6. apríl vann KÍ 2-1, og 21. mai vann KÍ 1-0.

 

Skála hevur ikki vunnið ein dyst á KÍ í bestu deildini síðani 16. september í 2018. 

 

KÍ er stórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til KÍ eru so lág sum 1,12.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 7,79.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til Skála eru so høg sum 14,31.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

##med3##

 

Savnsmynd