Skálamenn vunnu stórsigur, tá ið teir í øllum regninum seinnapartin vóru hinumegin fjørðin og dystaðust við teir næstbestu hjá NSÍ.
Úrslitið var, at Skála vann 4-0. Hálvleiksstøðan var 1-0. Málið i fyrra hálvleiki skoraði Markus Isaksen í 45. minutti. Uppleggið átti Patrick Mensah, sum er nýggjur spælari á Skála. Hann er ættaður úr Ghana og spældi í fjør og í fyrraárið við FC Hoyvík.
Skála hevði yvirvág mest sum alla tíðina, og longu áðrenn eitt korter var farið, høvdu gestirnir gyltan møguleika at leggja seg á odda, men Simon Jørgensen misnýtti brotsspark.
Tíggju minuttir eftir steðgin var Markus Isaksen aftur upp á spæl, tá ið hann skoraði eftir hornaspark. Hetta var triðja málið hjá Markusi í ár.
Tveir minuttir seinni var tað Simon Jørgensen, sum við fínum langskoti økti um munin til 3-0. Hetta var fyrsta málið hjá Simon Jørgensen í Skálatroyggjuni. Í fjør spældi hann í FC Hoyvík, og tá skoraði hann tvey mál í níggju dystum.
Átjan minuttir undan leikloki staðfesti Rói Olsen sigurin. Hann varð skiftur inn eina lítla løtu eftir steðgin. Hetta var fyrsta málið hjá honum í næstbestu deildini. Uppleggið átti Markus Olsen.
Skála hevur sjey stig, og hósdagin verður tað toppdystur á Skála, tá ið B71, sum hevur níggju stig, verður gestur undir Mýruhjalla.
NSÍ hevur eitt stig. Um eina viku fer NSÍ at spæla á útivølli ímóti B36.