Átta dystir og 22 stig og greitt oddalið. Tað er støðan hjá skálamonnum, nú tað restar eitt umfar, áðrenn fyrsti triðingurin av kappingini verður av. Síðsta liðið, sum Skála fyrstu ferð fer at hitta í ár, vera teir næstbestu hjá KÍ, sum hóskvøldið vera gestir undir Mýruhjalla.
Í øllum regninum í kvøld átti Skála heimavøll ímóti grannunum í EB/Streymi. Úrslitið var 8-0 heimasigurin eftir 6-0 í fyrra hálvleiki.
Markus Isaksen setti hol á eftir fimm minuttir. Uppleggið átti Jákup Pauli Frederiksberg. Hetta var áttanda málið hjá Markusi Isaksen í ár. Martin Johansen skoraði tvey mál í kvøld. Hann er nú – saman við Rana Hansen hjá Víkingi – toppskjútti í deildini við átta málum.
Eisini Simon Jørgensen var undan steðginum tvífaldur málskjútti, og hann legði eisini upp til tvey mál. Danski spælarin hevur nú skorað fimm mál.
Eftir steðgin vóru tað innskiftu Rói Olsen og Markus Olsen, sum vóru málskjúttar. Simon Jørgensen, sum var kosin at vera dagsins maður, átti uppleggið til 7-0 málið.
Skála vann 11 hornaspørk, meðan EB/Streymur vann eitt hornaspark.
EB/Streymur hevur 12 stig. Næsti dystur hjá EB/Streymi verður hósdagin á heimavølli ímóti ÍF.
Nú er tað greitt, at útsetti dysturin frá fjórða umfari hjá EB/Streymi á Argjum verður spældur annan sunnudag – tann 12. mai.