Skrivstovufólk til Mentanargrunn Landsins

Skrivstovufólk til Mentanargrunn Landsins

 

Virksemið í grunninum er vaksandi og fyrst í 2025 varð filmsgrunnurin lagdur til Mentanargrunnin at umsita, umframt eina nýggja játtan til framleiðslu av føroyskum tilfari til børn og ung. Søkt verður tí eftir skrivstovufólki til Mentanargrunn Landsins. Talan er um hálvtíðarstarv (20 tímar um vikuna).

 

Mentanargrunnur Landsins

 

Endamál grunsins er at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentanarmálum, bæði hjá leikum og lærdum. Mentanargrunnur Landsins umsitur starvslønir, listafólkalønir, íverksetanarstuðul, filmsgrunnin og stuðul til ymiskar verkætlanir og styttri skeið til listafólk.

 

Grunnurin verður umsitin av eini 5 manna nevnd. Landsstýrisfólkið í mentamálum velur forfólk, næstforfólk og ein nevndarlim. Tveir nevndarlimir verða settir eftir tilmæli frá LISA, Listafólkasambandi Føroya. Nevndin viðger innkomnar stuðulsumsóknir og annað á nevndarfundum. Grunnurin umsitur tilsamans góðar 17 mió. kr. (2025).

 

Mentanargrunnurin heldur til á Lützenstrøð 4 í Havn.

 

Starvið

 

Uppgávurnar hjá skrivstovufólkinum eru at taka ímóti og fyrireika umsóknir til nevndarfundir, at føra gerðabók grunsins og taka sær av øllum vanligum skrivstovuarbeiði. Skrivstovufólkið skipar útgjaldsumbønir, umsitur fundarpening, bókar rokningar og ávísingar til inn- og útlond. Harumframt setur skrivstovufólkið saman hagtøl til heimasíðuna.

 

Ein nýggj umsitingarskipan er tikin í brúk, eins og heimasíðan verður dagførd. Skrivstovufólkið verður partur av hesum arbeiði.

 

Tvey starvsfólk eru í grunninum. Arbeiðið verður skipað í samráð við forfólk grunsins. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum.

 

Førleikakrøv

 

Vit vænta, at tú

 

  • hevur skrivstovuútbúgving ella samsvarandi royndir
  • hevur góðan málkunnleika, serliga í føroyskum
  • hevur gott sjálvstøðugt arbeiðslag
  • ert ábyrgdarfull /ur og røkin
  • ert teldukøn/ur
  • hevur góð evnir at samskifta og samstarva
  • hevur innlit í grundleggjandi roknskap

 

Innlit í fyrisitingarlóg kann vera ein fyrimunur, men er ikki krav.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Setanartreytir

 

Starvið verður sett 1. apríl 2025, ella skjótast til ber eftir hetta. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

 

Umsóknir

 

Umsóknir við avriti av prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum skula vera Mentanargrunni Landsins í hendi í seinasta lagi 6. mars 2025 á miðnátt. Umsóknir skulu sendast til umsokn(at)mentanargrunnur.fo.

 

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til forfólk Mentanargrunn Landsins á telefon 217321 (bert millum kl. 18 og 20), við at ringja til skrivstovu grunsins á telefon 220845 ella á teldupost umsokn(at)mentanargrunnur.fo. Víst verður til heimasíðu grunsins www.mentanargrunnur.fo

 

 

 

Mentanargrunnur Landsins

 

Postsmoga 3198

 

Lützenstrøð 4

 

100 Tórshavn

 

www.mentanargrunnur.fo