Skuldi parkera bilin - endaði á Landssjúkrahúsinum

Tað kann ganga illa, tá tað gongur ringast í hond, og soleiðis var hjá einum bilførara í Vágum í gjár

Hendingin fór fram á parkeringsplássinum hjá Vága Floghavn.

 

Motorurin á bilinum var í gongd, tá bilførarin læt hurðina upp og skuldi fara út úr bilinum.

 

- Av óvart kom bilførarin tá at traðka á speedaran, og bilurin fór á rull við føraranum hálvum uttanfyri.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at avleiðingin var, at bilførarin datt eftir høvdinum úr bilinum og langaði høvdið í asfaltið.

 

- Bilførarin var við vit eftir hendingina, men boð vórðu send eftir sjúkrabili, sum flutti bilføraran á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Løgreglan sigur, at bilurin, sum fór á rull, rendi á ein annan bil, og báðir bilarnir fingu nakað av skaða.