SMS: Kyndil og H71 vunnu stórsigrar

Tveir dystir eru leiktir í SMS-deildini í dag

Seinnapartin eru leiktir tveir dystir í SMS-deildini.

 

Grundspælsvinnararnir, Kyndil vunnu á heimavølli í høllini á Hálsi stórsigur 40-25 á Stjørnuni. Í steðginum var støðan 20-10 til Kyndil.

 

Turið Arge Samuelsen (myndin) var við níggju málum toppskjútti hjá Kyndli. Við seks málum var Jancy Jógvansdóttir Poulsen toppskjútti hjá Stjørnuni.

 

H71 vann á heimavølli í Hoyvíkshøllini stórsigur 36-23 á StÍF. Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur frammanfyri 19-11.

 

Sofie Kornelius og Inga Maria Joensen vóru við seks málum hvør toppskjúttar hjá H71. Jóna Victoria Tórðardóttir Bærentsen, Malene Madesen og Josefine Dyring vóru við fimm málum hvør toppskjúttar hjá StÍF.

 

Kyndil er fremst við 38 stigum. VÍF hevur 31 stig og H71 hevur 29 stig. Neistin hevur 21 stig og StÍF hevur 12 stig. EB hevur sjey stig, Stjørnan hevur seks stig, og VB er aftast við fýra stigum.

 

HER eru dómaraseðlarnir frá HSF frá dystunum, ið vóru leiktir í Havn og í Hoyvík:

 

##med2##

 

##med3##