Triggir dystir vóru leiktir í SMS-deildini í dag.
Harða kapprenningin millum VÍF og H71 um annað plássið, og harða kapprenningin millum Stjørnuna, EB og VB um sætta plássið, og seinasta FM-fjórðingsfinaluplássið heldur fram.
Í høllini á Hálsi í Havn vann VÍF 33-29 á Neistanum. Í steðginum vóru vestmannakvinnur á odda 15-14. Tá 43 minuttir vóru leiktir var støðan javnleikur 21-21. Tá eydnaðist VÍF at leggja seg framum 24-21, og vóru vestmannakvinnur á odda tað sum eftir var av dystinum.
Bjørk F. Joensen var toppskjútti hjá Neistanum við 10 málum. Við níggju málum var Fríða Nolsøe Olsen toppskjútti hjá VÍF.
Í Hoyvíkshøllini vann trivaligan 40-30 sigur á Stjørnuni. Hoyvíkskvinnur vóru frammanfyri 20-14 í steðginum.
Inga Maria Joensen og Anna Elisabeth H. Weyhe vóru toppskjúttar hjá H71. Tær skutu sjey mál hvør. Mina Sirdal Henriksen og Iuliia Nalivko vóru toppskjúttar hjá Stjørnuni. Tær skutu níggju mál hvør.
Suðuri í Vági fekk VB tendrað eld í stríðið um sætta plássið við 26-24 sigri á StÍF. Vágskvinnur vóru frammanfyri 14-10 í steðginum.
Carmen Luiza Silva var toppskjútti hjá VB við níggju málum. Emmy Kass var toppskjútti hjá StíF, somuleiðis við níggju málum.
HER ber til at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum og støðuna frá HSF:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##