Arbeiðið at fáa seglbátin upp av botni hevur verið ógvuliga avbjóðandi, og sambært The Guardian hevur tað kostað yvir 160 milliónir krónur.
Kanningarfólk vóna at fáa nýggja vitan um vanlukkuna við at kanna seglbátin.
"Bayesian" hevði millum annað bretska tøknimiljarderin Mike Lynch og dóttur hansara umborð, tá skipið sakk í ódnarveðri.
Tey bæði vóru millum tey sjey fólkini, sum lótu lív.
Skiparin og tveir bretar av manningi eru undir illgruna av løgregluni fyri ósketni manndráp.
/Ritzau/