Fótbóltsfelagið B36:
Fyri tveimum árum síðan skifti B36 klædnamerki. Farið var tá frá Adidas til Joma, og nøkur av brúktu spæliklæðunum tók Ronnie Thomassen við sær á ein skúla í Kampala í Uganda. Pláss var ikki fyri øllum í viðførinum ta ferðina, men nú er alt komið fram.
Fótbóltsliðið á skúlanum, sum fyrr hevur fingið blusurnar, eigur sostatt nú fleiri sett av B36 klæðum.
Úr Kampala verður sagt, at børnini vóru sera glað og takksom.
Seinastu tvey árini eru spæliklæði eisini farin til Zambia og Kenja.
##med2##