Suðuroyarbólkurin Starlight sá dagsins ljós í 1979 og spældi so í nøkur ár. Bólkurin gavst í fyrra helmingi av áttatiárunum.
Av og á hava teir tó verið á palli síðani, seinast til nakrar av Ljósfestunum, ið hava verið í Vági seinnu árini.
Starlight gav ongantíð egið tilfar út, men hetta hava teir nú bøtt um.
Herfyi kom út sangurin "Knáir gamlir menn", ið er trúgvur móti tí, ið bólkurin er kendur fyri, nevniiga væljómandi og svingandi rocktónleik, ið hevur røtur í sjeyti- og áttatiárunum, og hvørt teksturin er ein sjálvævisøga, elle ikki, er óivað upp til lurtarin at døma um.
Her er sangurin at hoyra: Knáir gamlir menn
##med2##