Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, er opin fyri at senda bretskar hermenn til Ukraina sum partur av einum friðarvarðveitandi herliði.
Tað skrivar hann í grein í blaðnum The Telegraph.
- Bretland er til reiðar at hava ein leiðandi leiklut í at skunda undir arbeiðið við trygdini fyri Ukraina, skrivar Starmer.
- Tað merkir eisini at vera til reiðar og vilja stuðla trygdini fyri Ukraina við at senda okkara egnu hermenn til Ukraina, um neyðugt.
Hermenninir skulu hjálpa Ukraina at varðveita friðin í landinum, eftir at ein møgulig friðaravtala við Russland er undirskrivað.
Sambært The Telegraph er hetta fyrstu ferð, at bretski forsætisráðharrin sigur so greitt, at hann umhugsar at senda bretskar friðarvarðveitandi deildir til Ukraina.
Starmer skrivar víðari, at tað ikki er ein avgerð, hann tekur lætt.
- Eg kenni sera væl ábyrgdina, sum fylgir við møguliga at seta bretskar hermenn í vanda.
- Men ein og hvør leiklutur í at hjálpa til við at tryggja Ukraina er við til at tryggja trygdina á okkara meginlandi og trygdina í hesum landi, skrivar hann.
- Endin á hesum stríðnum - tá tað kemur - má ikki bara vera ein fyribils steðgur áðrenn Putin loypur á aftur.
Fráboðanin kemur undan bráðfeingis fundi í París í dag.
Væntandi luttaka aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte, forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, og stjórnarleiðarar úr Bretlandi, Týsklandi, Italia, Póllandi, Spania, Niðurlondum og Danmark.
Sambært bretska blaðnum The Guardian fara evropeisku leiðararnir væntandi at umrøða millum annað royndirnar hjá USA at halda Evropa burtur frá friðarsamráðingunum millum Ukraina og Russland, umframt møguligu framtíðina hjá Ukraina í NATO.
Verturin á fundinum - franski forsetin, Emmanuel Macron - kom við einum uppskoti í november, sum líkist uppskotinum hjá Starmer í The Telegraph.
Her lat Macron upp fyri at senda franskar hermenn til Ukraina sum ein part av møguligari friðarvarðveitandi heri í landinum.
/Ritzau/