Starvsheiðran á Dagstovninum á Argjum

Heiðraðu fimm av starvsfólkunum fyri drúgva og trúgva tænastu.

 

Seinnapartin í gjár var hátíðarhald í samband við heili fimm starvsdagar, har tvey fingu silvurheiðurstekin Tórshavnar býráðs, skrivar torshavn.fo.

 

Her er brot úr røðuni hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu.

 

 

 

"Dagurin í dag er ein stórur dagur her á Dagstovninum á Argjum, tí vit eru savnað fyri at heiðra ikki færri enn fimm av starvsfólkunum fyri drúgva og trúgva tænastu.

 

Tað er eingin sjálvfylgja, at fólk trívast so leingi á einum arbeiðsplássi, at talan verður um fleiri áratíggjur, men tað eru vit so vitni til í dag, og tað ber boð um eitt gott arbeiðspláss.

 

Heldur ikki tað er ein sjálvfylgja, at vit eru so heppin at finna okkara røttu hill, trívast og við gleði fara til arbeiðis á sama stað ár eftir ár.

 

Tvær av tykkum fimm fáa í dag silvurheiðurstekin Tórshavnar býráðs, sum er ein viðurkenning fyri tykkara trúfesti.

 

 

 

Fyrst er tað Haldis Stenberg sum tann 19. oktobur hevði sín 35 ára starvsdag her, og tí í dag fær handaða silvurheiðurstekin Tórshavnar býráðs.

 

Millum ár og dag hevur tú møtt nógvum argjabørnum her, og nú eru fleiri teirra aftur á stovninum, men hesaferð sum foreldur. Frá starvsfeløgunum fært tú tað skoðsmál, at tú ert arbeiðssom og røsk, men ikki tann, ið rópar harðast ella stillar teg í fremstu røð, men altíð ert tú starvsfeløgum tínum ein góður stuðul.

 

Í Smæruni ert tú tann trygga basan, tí tú ert týðilig og rólig í tínum atburði, og tað hevur positiva ávirkan á bæði børn og starvsfelagar.

 

Góða Haldis, takk fyri títt trúfesti, tí vit eru av sonnum heppin at hava fólk sum teg.

 

 

 

So er tað Sigrid Thomsen, sum hevur 34 ár á baki her á stovninum, og tí eisini fær silvurheiðurstekin Tórshavnar býráðs.

 

Tú ert uppvaksin her á Argjum, og hóast tú byrjaði sum avloysari, tá ið familjan flutti aftur til Føroya, bleivst tú beinanvegin føst í húsinum. Tú hevur arbeitt í barnagarði alla tíðina, men ikki í somu stovu, og tað skuldi tú nokk venja seg við, tí tað var ikki altíð so lætt at flyta úr eini stovu í aðra. Men – sum tú sigur nú – so gav tað meining aftaná.

 

Tú ert góð við sítt arbeiðspláss, trúgv ímóti tí og errin av tí, og skulu broytingar gerast, ert tú altíð klár at taka eina hond í, og starvsfelagarnir siga um teg, at tú ert góð í ráðum.

 

Góða Sigrid, takk fyri títt trúfesti og ta orku, tú gevur og hevur givið tínum arbeiðsplássi.

 

 

 

Signhild Lyngvej–Larsen hevur í meira enn 20 ár hevur starvast á dagstovnaøkinum.

 

Tú ert uppvaksin og býrt á Argjum, og síðani 2009 hevur tú verið her á dagstovninum, men áðrenn starvaðist tú á fleiri stovnum hjá Tórshavnar kommunu.

 

Tú byrjaði sum hjálparfólk, men áhuga fyri námsfrøðini fekk teg at leita tær niður at útbúgva teg.Tað hevur stovnurin notið gott av, tí tú arbeiðir við eldhuga og stórum áhuga fyri tí námsfrøðiliga økinum. 

 

Starvsfelagarnir geva tær tað skoðsmál, at tú ert umhugsin og rólig, samstundis sum tær dámar væl at vera skipað og at hava eina ætlan við øllum, sum tú gert.

 

Góða Signhild, takk fyri tað trúfesti og ta orku, sum tú leggur í títt arbeiðspláss.

 

 

 

Hildibjørg Jensen byrjaði her í 2004 sum hjálparfólk.

 

Men tú vildi meira enn tað, og fekst tær um netið útbúgving í námsfrøði, meðan tú arbeiddi her, og í 2012 fekst tú prógv sum námsfrøðingur.

 

Tú hevur altíð arbeitt við barnagarðsbørnum, men serliga hevur tú havt áhuga fyri at arbeiða við teimum seks ára gomlu, sum njóta gott av millum annað tínum góðu evnum at tekna.

 

Saman við tínum starvsfeløgum hevur tú ment eitt sera gott tilboð, sum foreldur og stovnur eru takksom fyri, og eisini koma lesandi á Setrinum javnan á vitjan og njóta gott av tíni vitan.

 

Góða Hildibjørg, takk fyri títt trúfesti og ta orku, tú leggur í at skapa góðan trivna á dagstovninum!

 

 

 

Jóhanna á Rógvi byrjaði her sum nýútbúgvin námsfrøðingur síðst í 90-unum.

 

Tú starvaðist á teknmálsstovuni, sum var á Dagstovninum á Argjum, men síðani starvaðist tú millum Gilja, umframt at tú hevur búð uttanlands. Í 2009 komst tú aftur higar og hevur starvast í vøggustovuni síðani tá, umframt at tú ert sett sum varaleiðari á stovninum.

 

Fakliga menningin hevur tín stóra áhuga, og tú hevur útbúgving sum motorikk-vegleiðari, og eina bachelor-ískoytisútbúgving á setrinum seinastu árini.

 

Starvsfelagarnir geva tær tað skoðsmál, tú ert dugnalig og gongur høgt upp í tað, sum tú tekst við.

 

Góða Jóhanna, takk fyri títt trúfesti og tað, tú gert fyri títt arbeiðspláss".

 

Á torshavn.fo eru eisini fleiri myndir at síggja.