Steve Witkoff skal aftur vitja í Russlandi

Sambært russisku tíðindastovuni Interfax fer serligi sendimaðurin hjá USA enn ein túr til Russlands at kanna møguleikarnar fyri friði í Ukraina

 

Uttanríkispolitiski ráðgevin hjá Kreml, Yury Ushakov, veit í dag at siga, at serligi sendimaðurin hjá Donald Trump, forseta, aftur fer at vitja í Moskva hesa vikuna.

 

Serligi miðeysturssendimaðurin, sum Steve Witkoff eisini verður róptur, skal vitja í Moskva í vikuni, og tað er Reuters, sum endurgevur statsriknu russisku tíðindastovuna, Interfax.

 

Steve Witkoff hevur áður havt tríggjar langar fundir við russiska forsetan, Vladimir Putin, um møguleikarnar at fáa ein enda á krígnum í Ukraina.

 

Lítið er komið fram higartil um fundirnar, sum hava verið millum Steve Witkoff og Vladimir Putin, og báðir partar hava hildið kortini tætt inn at kroppinum.