Stjarnan mátti lúta á heimavølli

Jóhannes Bjørgvin og liðfelagarnir eru nummar seks í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Mynd: Harald Bjørgvin

Mikukvøldið leiktu Jóhannes Bjørgvin og liðfelagarnir í Stjörnuni dyst á heimavølli í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Í Mýrin-høllini mátti Stjarnan lúta 23-29 fyri Haukum, ið var á odda 14-12 í steðginum. Jóhannes var noteraður fyri eitt mál.

 

Stjarnan er nummar seks í deildini við 18 stigum. Teir eru seks stig frammanfyri nummar níggju, KA sum hevur 12 stig. Sostatt liggur Stjarnan væl fyri at enda millum átta tey fremstu liðini í grundspælinum, og harvið tryggja sær eitt pláss í endaspælinum. 

 

Í kvøld klokkan 19 spæla Hallur Arason, Sveinur Olafsson og liðfelagarnir í Afturelding dyst á útivølli móti ÍBV. Klokkan 19.30 taka Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali móti Fjölnir á heimavølli.

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirVJTMálmunur+/-Stig
1FH171133511:4506125
2Fram171214567:5145325
3Afturelding171124539:4815824
4Valur171124556:5005624
5Haukar181026573:5076622
6Stjarnan18747516:524-818
7ÍBV17827514:516-218
8HK17629491:497-614
9KA175210491:540-4912
10Grótta174211476:514-3810
11ÍR173212529:613-848
12Fjölnir173014448:555-1076

 

 

 

Mynd: Harald Bjørgvin