Størsta skrædl í Sarpugerði í sjey ár

Víkingur hevur ikki tapt við trimum málum á heimavølli síðani 27. mai í 2018

Sølvi Vatnhamar var millum teir fyrstu ellivu í kvøld, og hann var eisini millum teir fyrstu ellivu, tá ið Víkingur fyri sjey árum síðani tapti við trimum málum á heimavølli

Í kvøld tapti Víkingur 3-0 á heimavølli ímóti NSÍ. Úrslitið ber við sær, at NSÍ hevur seks stig og fulla úrtøku, meðan Víkingur hevur eitt stig og er á sjeynda plássi.

 

Tað er ikki á hvørjum ári, at Víkingur tapir á heimavølli, og tað kemur mest sum ikki fyri, at Víkingur tapir við trimum málum í Sarpugerði. Tað er ofta komið fyri, at Víkingur hevur vunnið á heimavølli við trimum málum og fleiri málum enn so.

 

Sambært FaroeSoccer eru tað næstan sjey ár síðani, at Víkingur legði rygg til 3-0 heimatap. Tað var 27. mai í 2018, at KÍ fór úr Gøtu við 3-0 sigri. Tveir spælarar, sum vóru á vøllinum ta ferðina, vóru eisini á vøllinum í kvøld. Teir eru Atli Gregersen og Sølvi Vatnhamar.

 

Sølvi Vatnhamar var millum teir fyrstu ellivu í kvøld, og hann var eisini millum teir fyrstu ellivu, tá ið Víkingur fyri sjey árum síðani tapti við trimum málum á heimavølli