- Ein stór og massiv smástjørna kann raka jørðina í 2032.
Tað sigur amerikanski rúmdarstovnurin Nasa, sum metir, at vandin fyri, at stjørnan rakar jørðina er 3,1 prosent.
Nasa sigur, at stjørnan, sum hevur fingið navnið - 2024 YR4 - er størsta hóttanin úr rúmdini í nýggjari tíð.
- Hóttanin kann tykjast ræðandi fyri summi, tí smástjørnan er nóg stór til at leggja ein heilan bý í oyði.
Vísindamaðurin, Bruce Betts, sigur sambært tíðindastovuni NTB, at hóast alt hetta fer hann ikki í panikk.
Áður hevur verið sagt, at um stjørnan rakar jørðina, er stórur partur av jørðini vatn, og ein annar stórur partur er óbygdur.