Streymurin verður harður alla vikuna

Trý frystilínuskip fiska undir Føroyum, eitt er á Íslandsrygginum, trý fiska í íslendskum sjógvi, og eitt fiskar við Eysturgrønland.

Søgan um línuskipini broytist lítið og einki í løtuni.

 

Bæði tey stóru ísfiskalínuskipini liggja við bryggju, men nøkur frystilínuskip eru til fiskiskap.

 

- Trý frystilínuskip fiska undir Føroyum, eitt er á Íslandsrygginum, trý fiska í íslendskum sjógvi, og eitt fiskar við Eysturgrønland.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at línuskipini fáa eina blanding av toski, longu og brosmu.

 

Tvey frystulínuskip liggja við bryggju.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður harður alla næstu viku. Veðrið verður ivasamt, men verður heldur frægari seinni í vikuni. 

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey ikki nógvan útróður teir næstu dagarnar. Tó kann roknast við onkrum útróðrardegi seinni í vikuni.

 

- Útróðrarbátarnir fáa eina blanding av hýsu og toski, verður lagt aftrat.