Stuðul til mentanarlig tiltøk
Stuðulin til mentanarlig tiltøk verður játtaður sum verkætlanarstuðul ella annar stuðul til einstaklingar, bólkar ella feløg.
Játtanin er 1.120,000 kr.
Freistin at søkja er 25. mars 2025.
Stuðul til myndlistafólk
Stuðulin til myndlistafólk verður játtaður einstaklingum til útbúgving, eftirútbúgving og námsferð.
Tá stuðul verður játtaður, verður í fyrstu atløgu raðfest at veita yrkislistafólkum stuðul og í aðru atløgu umsøkjarum, ið eru á eini listarligari yrkisleið. Játtanin er 150.000 kr.
Freistin at søkja er 25. mars 2025.
Stuðul til barna- og ungdómsarbeiði
Tann upphædd, ið Almanna- og mentamálaráðið umvegis sp/f Ítróttarvedding fær burtur av veddingarpengunum, verður nýtt sum stuðul til verkætlanir og tiltøk til gagns fyri børn og ung.
Tey, ið skipa fyri tiltøkum og standa fyri verkætlanum, sum eru børnum ella ungum til gagns, eru vælkomin at søkja.
Tá ið stuðul verður játtaður, verða umsóknir frá umsøkjarum, sum ikki hava játtan á fíggjarlógini, ella sum ikki eru fevndir av kommunalari játtan, raðfestar fyrst.
Játtanin, sum er 15% av veddingarpengunum, verður kunngjørd í apríl/mai. Hon hevur seinastu árini ligið um 2 mió. kr.
Freistin at søkja er 15. apríl 2025.
GG! Umsóknir um stuðul til fløgu- og bókaútgávu skulu sendast til Mentanargrunn Landsins.
GG! Frá 1. januar 2025 er tað Mentanargrunnur Landsins, sum umsitur stuðul til film.
Allar umsóknir skulu skrivast á serstakt umsóknarblað til endamálið. Umsóknarbløð og vegleiðingar eru at finna á heimasíðu okkara: www.ammr.fo kunnu fáast við at venda sær til:
Almanna- og mentamálaráðið Eirargarður 2
100 Tórshavn
Telefon 30 40 00
t-postur.: studul@ammr.fo