Stuðul úr Felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn

Nú er aftur møguleiki at søkja stuðul úr Felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn. Umsóknarfreistin er týsdagin 1. apríl 2025. Fundur verður í grunninum í juni mánaða, har avgerð verður tikin um, hvør fær stuðul

Tórshavnar kommuna skrivar, at endamálið við grunninum er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk innan mentan, undirvísing og ítrótt, sum kunnu fremja og menna samstarvið millum Reykjavíkar, Tórshavnar og Nuuk kommunur og millum borgararnar í kommununum. Býarstýrini í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn seta hvørt ár pening í grunnin.

 

Vit heita tí á einstaklingar, feløg og onnur, ið halda seg koma undir treytirnar fyri stuðli, um at senda býráðnum umsóknarblað við frágreiðing um tiltakið. Les meira um stuðulsmøguleikan og mannagongdina á stuðulssíðu okkara, har tú eisini finnur umsóknarblaðið, tú skalt brúka, tá tú søkir.

 

Hevur tú aðrar spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Stjórnarskrivstovuna á telefon 30 20 10.