Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby spældu í kvøld fyrsta kappingardystin í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Á heimavølli í Jönköping vann Hallby 35-33 á Hammarby. Í steðginum var Hallby greitt á odda 19-13.
Rói skoraði fýra mál og legði upp til eitt mál.
Hallby er nú á einum endaspælsplássi. Hallby hevur 19 stig á áttanda plássinum. Átta tey fremstu liðini í deildini aftaná lokið grundspæl vinna seg í endaspælið.
Fríggjakvøldið 14. februar spælir Hallby dyst á útivølli móti gamla liðnum hjá Pæturi Mikkjalsson, AMO.
Í næstbestu svensku hondbóltsdeildini leiktu landsliðsmálverjin, Aleksandar Lacok og liðfelagarnir í Lugi á heimavølli javnleik 30-30 (14-15) móti Västerås.
Lugi er nummar átta í deildini við 16 stigum.