Jana skoraði og legði upp til heili 15 mál

Eitt føroyingalið vann og trý vóru fyri tapi í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld

Fýra føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld. Í kvøld var eisini ein føroyingauppgerð á skránni. 

 

Í Biocirc Arena høllini í Viborg tóku Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg móti landsliðsmálverjanum, Anniku Fríðheim Petersen og hennara liðfeløgum í EH Aalborg.

 

Viborg vann dystin 39-31. Í steðginum var Viborg frammanfyri við tveimum málum, 17-15.

 

Jana hevði aftur í kvøld ein framúr dyst fyri Viborg. Jana skoraði sjey mál, og vóru hon og Sara Hald toppskjúttar hjá Viborg. Harumframt legði Jana upp til átta mál. Jana var sambært hagtølunum næstmest effektivi leikarin hjá Viborg. 

 

Annika bjargaði níggju av 44 málroyndum.

 

Viborg er nummar fimm í deildini við 22 stigum fyri 17 dystir. EH Aalborg er aftast í deildini við seks stigum. 

 

Hin landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing taptu á heimavølli 32-37 fyri næstfremsta liðnum í deildini, Team Esbjerg. Útiliðið var á odda 21-17 í steðginum.

 

Stephanie Andersen vardi málið hjá Ringkøbing størra partin av dystinum, men Rakul slapp uppí part. Rakul bjargaði trimum av 16 málroyndum. Tó bjargaði hon einum brotskasti.

 

Ringkøbing er nummar átta í deildini við níggju stigum fyri 17 dystir. 

 

Súna Krossteig Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg fingu av at vita í útidysti móti oddaliðnum, Odense. Odense vann stórsigur 36-19 á Skanderborg. Longu í steðginum var Odense á odda 20-7. 

 

Skanderborg er nummar 10 í deildini við níggju stigum fyri 17 dystir. 

 

Fríggjakvøldið klokkan 18 taka landsliðsliðformaðurin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn móti Sønderjyske í høllini á Frederiksberg.