Suðurkorea hevur strikað kinesiska DeepSeek úr app-handlunum, meðan bíðað verður eftir endurskoðan av handfaringini av brúkaradátum hjá chatbottinum.
Hesum boðaðu landsins myndugleikar frá í dag.
Hetta merkir, at chatbotturin ikki longur kann takast niður úr app-handlum í landinum, men framvegis fer at virka hjá teimum, sum longu hava appina á sínum tólum.
Avgerðin hevur fingið ein talsmann frá kinesiska uttanríkisráðnum at heita á londini um ikki at "politisera handil og tøkni."
- Vit vóna, at viðkomandi lond sleppa undan at seta tiltøk í verk, sum seta ov stór krøv til trygdarhugtakið ella sum politisera handils- og tøknimál, sigur talsmaðurin Guo Jiakun.
Í síðstu viku varð rátt donskum fólkatingslimum, floksfólkum og starvsfólkum í fólkatinginum frá at brúka kinesiska chatbottin á teldum, telefonum og teldum, sum fólkatingið hevur givið teimum.
Tað avgjørdi Formannsfólkið í Fólkatinginum.
Tilmælið er orsakað av fyrivarni. Tað sæst á einum telduposti frá donsku fólkatingsumsitingini, sum Ritzau hevur sæð.
Fráboðanin kemur stutt eftir, at norska Stórtingið gjørdi av at banna nýtslu av kinesiska chatbottinum á tólum, sum hava atgongd til skipanirnar hjá Stórtinginum.
Í Noregi stendst avgerðin av, at Trygdarmyndugleikin (NSM) ávarar norskar fyritøkur ímóti at hava chatbottar á tólum, sum hava atgongd til arbeiðsrelateraðar skipanir.
/Ritzau/AFP/