Fíggjarmálaráðið í Suðurkorea sigur seinnapartin í dag, at fíggjarmálaráðharri landsins leggur frá sær.
Navnið á ráðharranum er Choi Sang-mok.
Umsóknin hjá honum um at vera loystur úr embætinum er sambært fíggjarmálaráðharranum gingin á møti.
Eitt ríkisrættarmál móti Choi Sang-mok verður fyrireikað, og hetta er orsøkin til, at hann hevur biðið um at vera loystur úr starvinum.
Í einari útsøgn sigur fíggjarmálaráðharrin seg harmast um, at hann ikki kundi halda fram í starvinum - í einari truplari búskaparligari tíð í landinum.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi úr Suðurkorea í dag.
Vit kunnu leggja aftrat, at Choi Sang-mok er 61 ára gamal, og árini 2024-2025 var hann virkandi forseti í Suðurkorea.