Tórsdagin var í Løgtinginum 1. viðgerð av uppskotinum um at geva PF Suðuroyartunnilin eina heimild at brúka 100 mió. kr. í 2025 og 100 mió. kr. í 2026 til at liðugt-projektera og bjóða út Suðuroyartunnilin – og ikki eina heimild um at fara undir at bora Suðuroyartunnilin.
Formaðurin í Búskaparráðnum var aftur í Degi & viku tórskvøldið og segði, at tað ikki er ráð at gera Suðuroyartunnilin.
Spurningurin er, hvat hava vit gjørt undanfarin ár – og hvat fara vit at gera?
Í 4 ára tíðarskeiðinum frá 2021 til og við 2024 hevur Landið brúkt út við 1,5 milliardir krónur uppá tunlar og atknýttar verkætlanar, ella umleið 370 mió. kr. um árið.
Við Suðuroyartunlinum fer Landið at brúka 1 milliard krónur í 10 ár, ella 100 mió. kr. um árið komandi 10 árini.
Tá Suðuroyartunnilin er liðugur, verður raksturin av siglandi Suðuroyarleiðini – umleið 145 mió. kr. í miðal um árið – brúktur til at gjalda Suðuroyartunnilin, umleið 110 mió. kr. um árið.
So um 10 ár – í 2035, tá koyrandi er gjøgnum Suðuroyartunnilin – sparir Landið hvørt ár útreiðslur á Suðuroyarleiðini, umleið 35 mió. kr. um árið.
So Suðuroyartunnilin ger Suðuroyarleiðina bíligari – og betrar eisini um haldføri, tí almenni raksturin minkar.
Dennis Holm
Løgtingslimur fyri Tjóðveldi