Við 3-1 heimasigri ímóti teimum næstbestu í B36 styrkti B71 í dag um sín møguleika at flyta upp í bestu deildina. B71 er á fimta plássi við 33 stigum. Tað er eitt stig fram til AB, og tað eru fýra stig fram til B36, sum er á bronsuplássinum.
B71 hevur ikki tapt síðani 28. juni. Tá endaði tað við 2-1 tapi á útivølli ímóti Víkingi, sum er næstfremst. Síðani tá hevur B71 tríggjar ferðir verið partur av javnleikum, og í dag vann B71 triðja sigurin í hesum tíðarskeiðnum.
Næsti dysturin hjá B71 verður um tvær vikur. Hann verður á útivølli ímóti Víkingi.
Í dag vóru øll B71 málini skorað undan steðginum, og tað vóru tríggir av útlendsku spælararnir hjá B71, sum skoraðu málini.
Eduardo Coimbra úr Brasil setti hol á í 12. minutti. Hetta var fimta málið já honum í ár.
Bara ein minutt seinni var tað ganesiski toppskjúttin hjá B71 og í deildini Tijani Yakubu, sum økti um munin til 2-0, og í síðstu løtu undan steðginum var tað brasilski verjuspælarin og liðformaðurin Romulo Bosqueiro, sum økti um leiðsluna til 3-0. Hetta var fyrsta málið hjá honum í ár.
B36 var leingi oddalið í deildini, men nú er kynkur komin í hjá árstalsfelagnum. Mánakvøldið tapti B36 1-0 á heimavølli ímóti FC Hoyvík, og í dag endaði tað við 3-1 tapi. B36 málskjútti eitt korter undan leikloki var innskifti Heini í Skorini.
Um tvær vikur fer B36 at spæla á útivølli ímóti FC Suðuroy.