Í dag verða tvær tær seinastu 1/8 finalurnar í EM-endaspælinum í Týsklandi. Rumenia tekur móti Hollandi og Eysturríki tekur móti Turkalandi. Her er upptaktin til dystin millum Rumenia og Holland.
Rumenia – Holland (17.00)
Leikvøllur: Allianz Arena, München
Dómari: Felix Zwayer (Týskland)
Sjónvarp: KVF
Nýggja ættarliðið hjá Rumenia er í holt við at skriva sína egnu søgu. Tað hevur annars ikki verið nógv um Rumenia síðani 90 ini og tað bleiv heldur ikki væntað so nógv av teimum til EM-endaspælið, men avrikini hava verið góð.
Rumenia er komið víðari úr bólkaspælinum fyri fyrstu ferð síðani EM í 2000. Serliga sannførandi var sigurin á Ukraina á 3-0. ”Nýggja ættarliðið er í holt við at skriva sína egnu søgu”, segði málverjin, Florin Niță.
Nú er spurningurin, um hetta er nokk til at arga Holland, har nýggja ættarliðið eisini við sleppa at skriva nýggja søgu. Holland vann seinast EM í 1988. Tá var tað eisini í Týsklandi. Hjá Hollandi hava avrikini verið meira misjøvn. Tað bleiv til eitt triðja pláss í bólkaspælinum.
Holland hevur tó vunnið 10 av teimum seinastu 14 dystunum móti Rumenia, sum bara hevur vunnið ein av teimum seinastu 16 móti Hollandi. Holland er favorittur, men tað merkir ikki at tað við vissu verða teir appilsingulu, sum vinna á teimum gulu.
Væntaðar uppstillingar:
Rumenia: Niță; Rațiu, Drăgușin, Burcă, Sorescu; M.Marin, R.Marin, Stanciu; Man, Mihăilă, Drăguș
Leikbann: Bancu
Eitt gult kort frá leikbanni: Burcă, M. Marin, R. Marin, Puşcaş
Holland: Verbruggen; Dumfries, De Vrij, Van Dijk, Aké; Schouten, Simons, Reijnders; Frimpong, Depay, Gakpo
Eitt gult kort frá leikbanni: Schouten, Veerman