Talið av deyðum í Jemen veksur

USA sigur, at amerikansk F-16 og F-18 stríðsflogfør í dag hava skotið n11 dronur niður, sum houthi'arar sendu avstað

 

Sambært houthi-stýrda heilsuverkinum í Jemen er talið av deyðum eftir amerikanska álopið nú komið upp á 53.

 

Hetta veit tíðindastovan, Reuters, at siga, og lagt verður aftrat, at talið av særdum er 98.

 

Tølini eru ikki váttað av óheftum keldum.

 

Tað var í gjár, at USA framdi loftálop á houthi-mál í Jemen, sum eitt aftursvar til houthi-álop á altjóða skipaferðsluna í Reyðahavinum.

 

USA sigur, at amerikansk F-16 og F-18 stríðsflogfør í dag hava skotið 11 dronur niður, sum houthi'arar sendu avstað.

 

Sagt verður, at dronurnar vóru ikki í nær námindis flogberanum, Harry S. Truman.

 

Sambært útlendskum miðlum hevði amerikanski flogberin ein týðandi leiklut í amerikansku álopunum á Jemen leygardagin.

 

Lesið eisini - 

 

Iran hóttirhttps://www.in.fo/news-detail/iran-hottir-vid-alopum-eftir-trump-avaring

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Amerikanski flogberin, Harry S. Truman