Talsfólk fyri USA: Grundarlag fyri framtíðar samstarvi

Fundurin í Saudi Arabia vardi í hálvan fimta tíma, men talsfólk leggja dent á, at hetta er tíðliga í einari tilgongd um frið í Ukraina

 

Nú seinnapartin verður sagt um fundin í Riyadh í Saudi Arabia, har samráðingar hava verið millum USA og Russland um frið í Ukraina, at fundurin leggur grundarlag fyri framtíðar samstarvi.

 

Tað siga talsfólk fyri myndugleikarnar í USA við Reuters. Lagt verður aftrat, at fundurin vardi í hálvan fimta tíma, men talsfólk leggja eisini dent á, at hetta er tíðliga í einari tilgongd um frið í Ukraina.

 

Á fundinum í Riyadh luttóku hvørki Ukraina, ei heldur evropeisk lond. 

 

Umboðini fyri Russland vóru uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov og Jurij Usjakov, sum er ráðgevi hjá Vladimir Putin.

 

Á hinari síðuni vóru umboðini fyri USA miðeystur-sendimaðurin, Steve Witkoff, uttanríkisráðharrin, Marco Rubio og trygdarráðgevin, Mike Waltz. 

 

- Lavrov og Rubio eru samdir um at byrja eina tilgongd, sum hevur til endamáls at fáa kríggið í Ukraina at enda so skjótt sum gjørligt.

 

Hetta sigur ein kelda hjá amerikanska uttanríkisráðnum við Reuters eftir fundin millum partarnar, sum hevur verið í Saudi Arabia í dag. 

 

Tað, sum liggur fyri framman og sum arbeitt verður fram ímóti, er ein fundur millum forsetarnar, Donald Trump og Vladimir Putin, um kríggið í Ukraina.