TB hevur søtt stig við sær úr Hólmanum

Tríggir nýggir spælarar vóru málskjúttar í javnleikinum millum EB/Streym og TB

Tað endaði 2-2, tá ið EB/Streymur fyri fyrstu ferð royndi seg í ársins landskapping. Dysturin í fyrsta umfari á útivølli ímóti FC Suðuroy var útsettur vegna veður. Hann verður spældur leygardagin í hesi vikuni.

 

TB varð undan kappingarbyrjan roknað at vera greiður favorittur at flyta niður. Enn eru 25 umfør eftir at spæla, og tað kann hugsast, at TB alt árið fer at kappast fyri at sleppa undan niðurflytingini. Men tað ber ikki til at taka tey bæði stigini frá tvøramonnum, sum teir hava vunnið við 1-1 javnleiki á heimavølli ímóti Víkingi og 2-2 javnleikinum á Eiði í dag.

 

Stórir 10 minuttir vóru farnir, tá ið TB legði seg á odda. Málskjútti var Samudeen Musah, sum í fyrsta umfari skoraði TB málið við brotssparki. Uppleggið til 1-0 málið hjá TB í dag átti ein av ungu spælarunum Torkil Holm.

 

Stórur hálvur tími var farin, tá ið EB/Streymur javnaði til 1-1. Fyrrverandi TB spælarin Jens Erik Bruhn átti uppleggið, og málskjútti var Meinhard Debes Geyti, sum undan kappingarbyrjan flutti úr NSÍ og til EB/Streym.

 

Tíggju minuttir undan steðginum var tað Mohamed Samba, sum aftur legði TB á odda. Hann flutti tveir dagar undan kappingarbyrjan úr HB og til TB. Uppleggið átti Samudeen Musah, sum eftir dystin varð kosin at vera dagsins maður.

 

Ein annar av nýggju monnunum hjá EB/Streymi javnaði til 2-2. Tað var seks minuttir eftir steðgin, at Búi Egilsson, sum í vetur flutti úr NSÍ og til EB/Streym, sum úr brotsteiginum setti bóltin í netið. Uppleggið átti Boubacar Dabo.

 

EB/Streymur hevði fleiri málmøguleikar og fleiri hornaspørk enn gestirnir, men tað eydnaðist  TB at halda tørn. Aftur í dag var TB málverjin Anders Tønnesen sannur brandur millum TB stólparnar.