Teis vann á Tróndi og Julian

Follo vann greiðan sigur á Ryger í Stavanger

Føroyingauppgerð var í næstbestu norsku hondbóltsdeildini í Stavanger í kvøld. 

 

Tróndur Mikkelsen, Julian J. Kragesteen og liðfelagarnir í Ryger tóku móti Teis Horn Rasmussen og hansara liðfeløgum í Follo.

 

Follo vann greiðan 30-22 sigur. Í steðginum var Follo á odda heili 17-7, og tá var dysturin í roynd og veru avgjørdur.

 

Teis gjørdist toppskjútti hjá Follo við fimm málum. Tróndur gjørdist toppskjútti hjá Ryger við seks málum. Harumframt legði Tróndur upp til fýra mál. Julian skoraði tvey mál og legði upp til trý mál hjá Ryger. 

 

Follo er fjórðfremst í deildini við 31 stigum. Tvey stig eru upp til Bergen, ið er á triðja plássinum sum gevur rætt til at spæla uppflytingardystir aftaná lokið grundspæl.

 

Ryger er nummar fimm í deildini við 26 stigum. Bæði Ryger og Follo hava fimm dystir eftir at spæla í grundspælinum.