HM-undankappingin: Vit hava tapt sjey av sjey dystum móti Kekkia

Leygarkvøldið møtast Kekkia og Føroyar á áttanda sinni

 

 

Leygarkvøldið klokkan 19.45 spælir føroyska manslandsliðið í fótbólti fyrsta dystin í hesari HM-undankappingini. 

 

Tá spæla Føroyar móti Kekkia á útivølli á Malsovicka Arena leikvøllinum í Hradec Kralove. Áskoðarakapasiteturin er 9.300.

 

Føroyar hava áður spælt sjey ferðir móti Kekkia, og allar sjey ferðirnar hava vit tapt, og enn hava okkara til góðar at skjóta fyrsta málið móti Kekkia.

 

Vit hava á tveimum sinnum tapt 0-1, og á trimum sinnum 0-2. Á einum sinni taptu vit 0-3. Tað var á heimavølli á Tórsvølli 17. juni í 2023. 

 

Bert á einum sinni hava vit havt eitt veruligt skrædl móti Kekkia. Tað var í einum venjingardysti í Olomouc 16. november í 2022.

 

Tað nærmasta vit eru komnir einum stigi móti kekkia var í EM-undankappingardystinum á Svangaskarði 6. september í 1998. Í øllum mjørkanum var støðan 0-0 til fáir minuttir vóru eftir. Tá lumpaðu kekkar okkara menn við ikki at taka eitt innkast eftir Fair Play forskriftunum. Reglar sum ikki eru lógarfestar, men eru moralskt festar. Men kekkar søktu moralin fyri at fáa øll trý stigini. Tað sveið djúpt tá. Vladimír Smicer skoraði sigursmálið í 87. minutti. 

 

(Kelda: FaroeSoccer)